Útimøplar
Útimøplar, sum standa úti alt árið, verða slitnir av veðri og vindi, og mugu tí hava góða røkt, um teir skulu halda leingi.
Besta verjan er sjálvsagt, at útimøplar standa inni um veturin. Allarbest er, um teir tá eru reinir og standa turt og ikki ov heitt. Um neyðugt, viðger so møplarnar áðrenn teir verða settir út aftur. Eisini er gott at seta útimøplar undir tak tá tað regnar. Tá slepst undan stríðnum við at fáa teir reinar og snøggar aftur, og óneyðugt átti tá eisini at verið at brúkt reinsievni, sum kunnu skaða heilsu og umhvørvi.
Hóast tropiskt træ í ávísan mun klárar seg uttan at vera viðgjørt, tí tað frá náttúrunnar hond inniheldur oljur, sum verja ímóti roti og soppi, ber væl til at hava útimøplar úr norðurlendskum træsløgum, so sum grann, furu, bók og bjørk, men hesi krevja væl betri verju ímóti roti enn tropiskt træ.
Tá tú grundreinsar útimøplar:
- Brúka grønsápu (da: brunsæbe). Er skitturin fastur, lat so grønsápuna vera á eitt samdøgur ella so. Legg møguliga plastfilm yvir,
- Lat vera við at brúka soppatýnarar ella reingerðarevni, sum inniheldur soppaeitur (les meira um týningarevni her).
Tá tú vaskar útimøplar:
- Tað umhvørvisvinaligasta er at vaska við sápuspønum – jú meira sápa er í, tess meira vatnskýggjandi gerst træið,
- Eisini ber til at vaska við vatni, har eitt sindur av grønsápu er latin í. Gev ans, at grønsápa er rættiliga sterkur lútur. Les meira um reingerðarevni her
Tá tú keypir útimøplar:
- Einasti mátin tú kanst tryggja tær, at útimøplar ikki eru úr regnskógarviði, og tú harvið er við til at oyða regnskógin, er at lata vera við at keypa møplar úr tropiskum viði. Ynskir tú kortini slíkar útimøplarnir, keyp so einans møplar við FSC-merki, tó at hetta merki ikki hevur víst seg at vera 100% trygd fyri, at viðurin er úr burðardyggari skógarvinnu.
- Norðurlendskur viður er eitt gott alternativ til tropiskan við – men minst til neyðugu viðgerðina!
- Ynskir tú at keypa myrkt træ, er kirsuberjatræ ein møguleiki, sum eisini er umhvørvisvinarligur.
- Hugsa um, at framleiðsla og flutningur av norðurlendskum og evropeiskum viði oftast er umhvørvisvinaligari enn framleiðsla og flutningur av tropiskum viði.
- Ikki keypa rotvardan (trýstimpregneraðan) við. Les um rotvardan við her.
Onnur sløg av útimøplum
Útimøplar úr polyrattan eru vorðnir rættiliga vælumtóktir seinnu árini. Teir eru úr plasti, ofta PVC, polypropylen og polyetylen. Teir dýrastu rattan møplarnir eru ofta úr polyetylen, sum er tað mest haldgóða av hesum sløgum av plasti. Teir bíligastu eru ofta úr PVC, sum er heldur ivasamt umhvørvisliga sæð, millum annað tí, at PVC kann innihalda kadmium og onnur skaðilig evni, sum blýggj og ávís klorparafin. Tá PVC verður burturbeint, skal tað latast inn til tyrvingar. Verður PVC brent, er vandi fyri, at dioxin kemur burturúr.
Eisini ber til at keypa útimøplar úr aluminium og endurnýttum plasti við træmynstri, sum so at siga ikki krevja viðlíkahald.
Svanurin og Blóman
Umhvørvismerkini gera tað lætt og skjótt at finna umhvørvisvinarligar vørur. Les meira um umhvørvismerkir her. Tá ein vøra er merkt við Svananum ella Blómuni, er tað trygd fyri:
- At vøran er millum tær minst umhvørvistyngjandi av sínum slag.
- At atlit eru tikin fyri tínari heilsu
- At góðskan er góð
Svana- og Blómumerkt træ
Burturbeining
Um útimøplarnir eru í góðum standi, kunnu teir latast inn til endurnýtslu. Annars skulu útimøplar úr træi brennast, eins og vanligt innbúgv. Útimøplar úr rotvardum viði skulu tó tyrvast. Les meira um burturbeining av burturkasti her.
Les hvat onnur skriva